Hanus Simonsen innsettur sunnudagin

Eftir at verða prestvígdur seinasta sunnudag er dagurin nú ásettur, tá nýggi presturin í vestara prestagjaldi í Suðurstreymoy verður innsettur. Í eina tíð hevur sóknarpresturin Heri Joensen einsamallur røkt starvið í prestagjaldinum, eftir at Bergur D. Joensen fór í farloyvi. Sunnudagin fær hann umsíðir aftur ein starvsfelaga, Hanus Simonsen úr Klaksvík.

Við gudstænastuna sunnudagin klokkan 11 verður hann innsettur í hetta starvið.