Hergeir Staksberg
-----
Við tokutalu og nógvum orðum uttan substansi, so roynir Hanus Samró at vaskar hendur í samband við, at hann feldi tvey uppskot um eitt Fountain House.
Hanus vil ikki hava tað sitandi á sær, at hann mótarbeiðir einum Fountain House. Hann vaskar hendur við at siga, at hann framhaldandi fer at arbeiða fyri einum Fountain House, og ynskir at finna eina loysn saman við andstøðuni.
Hanus er samsekur
Hóast Hanus Samró roynir at renna undan ábyrgd, so er hann samsekur í at fella tvey uppskot, sum vóru til frama fyri eitt Fountain House.
Tað fyrra uppskotið snúði seg um fígging, men tað valdi Hanus Samró at fella. Seinna uppskotið snúði seg um signalvirði og at leggja trýst á landsstýriskvinnuna, men hetta valdi Hanus Samró eisini at fella.
Sum Hanus Samró sjálvur sigur, so hevur hann havt síðan 2011 at arbeiða fyri einum Fountain House, sum hann sigur seg stuðla. Men tá Hanus Samró nú fekk møguleikan í 2013, so velir hann at mótarbeiða Fountain House, so hansara trúðvirðið er = 0 í míni verð.
Tvey sjálvmál aftrat
Hanus Samró sigur seg framhaldandi vilja arbeiða fyri einum Fountain House, men fyri at nýta orðið "framhaldandi", so er mann noydd/ur at hava arbeitt við einhvørjum frammanundan. Haldi, tað er ótrúliga arrogant av Hanus Samró at siga, at hann ”framvegis” fer at arbeiða fyri einum Fountain House, tá Hanus Samró ongantíð hevur arbeitt fyri einum Fountain House. Hinvegin hevur Hanus Samró mótarbeitt einum Fountain House, men vónandi fer hann ikki framhaldandi at mótarbeiða einum Fountain House.
Sannleikin er, at samgongan onki hevur gjørt fyri at fáa eitt Fountain House. Øll samgongan atkvøddi ímóti uppskotunum hjá Andstøðuni. Somuleiðis er Fountain House ikki nevnt við einum orði í fíggjarlógini og tey einastu, sum hava gjørt nakað við málið er andstøðan.
Men tað steðgar ikki her. Hanus Samró sigur, at hann vil arbeiða við at finna eina loysn saman við andstøðuni. Men tað er eitt ótrúliga merkiligt samstarv, sum byggir á at fella uppskotini hjá sínum samstarsvspartnara. Maðurin feldi jú bæði uppskotini frá andstøðuni…
Tá hetta er sagt, og um Hanus Samró veruliga meinar nakað við síni orð, so eru vit altíð til reiðar at samstarva og finna loysnir saman, heldur enn at mótarbeiða hvørjum øðrum.
Lat okkum fáa gongd á eitt Fountain House skjótast gjørligt, tí hetta er eitt mál, sum ikki kann bíða. Fyri at sitera Elvis: A little less conversation – a little more action!