Hanus Samró hartar ES og Damanaki

Hanus Samró, løgtingsmaður, hevur verið á fundi hjá »the Alliance of European Conservatives and Reformists,« ið var hildin í Reykjavík í vikuskiftinum.

Á skránni var millum annað fiskivinnu politikkur.

Hanus Samró legði sjónarmiðini hjá Føroyum fram. Í panellinum vóru millum annað Ragnar Árnason professari.

Í gjár kom tíðindaskriv frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi, har hann kunnaði føroyingum um, at: »tríggjar fólkatingsnevndir - Matvørunevndin, Europanevndin og Føroyanevndin - fara at seta henni kritiskar spurningar um ósemjuna millum Føroyar og ES.«

Hanus Samró vísir á, at hetta kemur nakrar dagar eftir røðuna hjá honum, ið hann helt í Reykjavík, har hann millum annað hartaði framferðarháttin hjá ES og Maria Damanaki (ES kommisioneri).

Í røðuna segði Hanus Samró millum annað:

“We want to express our concerns about the incomplete and misleading information by Maria Damanaki, Member of the European Commission, to the European Parliament as far as the issue of the Atlanto-Scandian herring is concerned… The Faroe Islands did not leave the coastal state consultations. They were in fact excluded from discussions when the four other parties, including the EU, left the conference room in which the negotiations were being held to continue their discussions elsewhere.

Hoyr røðuna í kykmyndini niðanfyri: