Lagt er upp til intima tónleikauppliving, tá Hanus G. Johansen leygarkvøldið 22. november spælir konsert í Sólarmagn á Velbastað Við plássi fyri 50 áskoðarum er Sólarmagn millum minstu konserthøli í landinum, og kemur lurtarin tí heilt tætt at einum av føroysku mentunardýrgripunum.
Sólarmagn liggur í vakrari náttúru við útsýni yvir Kolturssund. Konsertin leygarkvøldið verður tann fyrsta í eini røð av intimkonsertum við fólkakærum tónleikarum í Sólarmagn.
Næsta konsertin verður við einum av Velbastað og Eivør Pálsdóttir vitjar í januar.
Dyrnar lata upp klokkan 19.00 og atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn fyri 165 krónur.