Klaksvíkar kommuna hevur fyri stuttum keypt Postverksbygningin, og ætlandi verður hetta mentanardepilin í Klaksvík í framtíðini.
Tey hava tó ongar ætlanir um at bíða eftir mentanini, og gamlaárskvøld verður rimmar mentanartiltak á økinum við Posthúsið – sonevnda Posthúshjørnið.
Tiltakið byrjar klokkan 22, og fleiri av stóru lokalu tónleikanøvnunum verða partur av hesum. Hetta verður eisini løtan, tá nýggja listavirðislønin hjá Klaksvíkar kommunu verður handað, og seinni verður eisini felagssangur á skránni, áðrenn nýggja árið verður skotið inn.