Hanus, Robert og Jákup á kvøldsetu

Leygarkvøldið verður skipað fyri kvøldsetu á Eiðinum í Vági, har Robert McBirnie fer á pallin saman við Jákupi Mortensen. Eisini fer Hanus G. Johansen á Pallin.

Eftir kvøldsetuna spælir Robert til dans saman við Enjoyers.

Robert og Jákup eru vágbingar, og byrjaðu tónleikaleiðina í Red Boys. Fleiri hava helst sæð teir báðar í sjónvarpinum hefyri í sendingini, har sent var frá jubileumskonsert hjá Robert McBirnie.

Jákup hevur ikki verið so virkin á palli, sum Robert, øll hesi ár síðani byrjan, men hinvegin hava ikki mong megnað at verið so virkin á palli, sum júst Robert hevur á síni lívsleið.

Enjoyers er bólkur, sprottin í Havn í sekstiárunum, og hevur eisini mest spælt har. Bólkurin er meira og minni virkin framvegis og nakrir av fyrstu spírunum eru við enn. Bólkurin spældi um somu tíð, sum Robert av álvara gjørdi vart við seg sum landskend stjørna við The Faroe Boys, sum spældi nógv í Havn, men eisini nakað kring landið.

Hanus er kendur sum vísusangari, troubadourur. Og júst í Suðuroynni er hann nær skaldakelduni, ið hann heldur einamest av, nevniliga Poul F. Joensen, ið var ættaður úr Sumba og búði í Froðba. Hanus fer á kvøldsetuni at syngja sínar vísur, og óivað slepst ikki undan, at Poul F. er upphav til nakrar av yrkingunum. Tekningarlistar liggja frammi í handlum í Suðuroynni, og fyrireikari er FC Suðuroy, og boða teir frá, at kvøldsetan byrjar klokkan 20:00.