Hanus úr Havn til heimstaðin

Eftir vælvitjaðar konsertir í Sjónleikarahúsinum í Havn verður høvi at hoyra Hanus G. Johansen spæla í Klaksvík í kvøld. Á konsertini tulkar Hanus yrkingar hjá Pól F. - tær flestu eru ikki framførdar áður.

 

Við á pallinum hevur Hanus fingið Magnus Johannesen á klaver og Mikael Blak á kontrabass.

 

Konsertin við Hanus í Klaksvík verður í Spaniastovu gomlu Handilshúsunum úti í Klaksvík.