Hanus og Jens Marni til Klaksvíkar

Eingin Summar Festivalur uttan Hanus G. Johansen, og í ár verður Jens Marni Hansen eisini við, boðar Summar Festivalurin frá. Summar Festivalurin kunnger nú tvey føroysk nøvn til ársins festival.

 

Hanus G. Johansen og Jens Marni Hansen verða við á festivalinum í august.

 

Hanus G. Johansen hevur verið við á øllum teimum undanfarnu festivalunum.

 

Hanus er sjálvsagt við aftur í ár, siga fyrireikararnir.

 

Jens Marni Hansen hevur áður verið við á Summar Festivalinum, og í ár fáa fólk eitt ordans rockbrak frá Jens Marna og bólki.

 

 

Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.