Hanus og FC Midtjylland steypavinnarar

Føroyski leikarin, Hanus Sørensen, spældi allan dystin, tá FC Midtjylland í kvøld vann steypafinalu móti Viborg

Tað gongur væl hjá danska felagnum, FC Midtjylland í hesum døgum. Í seinastu viku vann FC Midtjylland danska meistaraheitið í Superliguni, og í vikuskiftinum vann U19 liðið hjá felagnum eisini danska meistaraheitið í síni kapping.

 

Í kvøld hevur U17 liðið hjá FC Midtjylland, har føroyski Hanus Sørensen er knýttur at, so spælt finalu í donsku steypakappingini fyri U17 lið, og har gjørdi FC Midtjylland aftur bart. FC Midtjylland vann í kvøld steypafinaluna móti FK Viborg 3-0.

 

Hanus Sørensen var á vøllinum fyri FC Midtjylland allan dystin, har hann spældi á kantinum.