"Heitur kossur" er heitið á fløgu, sum Hanus G. og Cantabile góvu út fyrr í ár, 18. august kann hetta upplivast live á Reinsarínum.
Í løtuni fyrireika tey seg til konsertferð til mentanarnáttina í Reykjavík, har tey m.a fara at framføra í Hørpuni.
Áðrenn tey fara til Ísland ynskja tey at bjóða føroyingum til eina heita og hugnaliga konsert í Reinsarínum, har tey bert syngja kærleikssangir saman.
Tað er Hanus G. Johansen, sum hevur skrivað løgini og Pauli í Sandagerði hevur lagt til rættis kvinnukór til sangirnar.
Konsertin byrjar kl. 20 tann 18. august.