Hanus og Aldubáran á pall

Um vikuskiftið vera tvær konsertir við Hanusi G. Johansen og Aldubáruni í Norðurlandahúsinum.

Hanus er einamest kendur sum vísusangarin, ið við síni eyðkendu rødd og gittara hevur bergtikið ung sum gomul. Nú verður Hanus so stuðlaður av Aldubáruni, ið til hetta tiltakið hevur fingið lagt tónleikin til rættis, soleiðis at tað tónlistarliga hjá Hanusi og Aldubáruni fara at stuðla hvør øðrum.

Á skránni verða nýggj og gomul løg hjá Hanusi, bæði kend og minni kend. Vit kunnu nevna Fagra fríða Føðiland, Eg leit í tíni eygu, Hvíldarløtan, Lívið, Tá eg at kvøða, Timburmenn, Fagra blóma, Á kundi á tíðarhavi, Saknur, Eygu tíni, Marita og Longsul.

Lagt løgini til rættis hava Stamen Stantchev, Edward N. Debess, Páll Sólstein, Ólavur Jakobsen og Kári Bæk.