Leygarkvøldið og sunnukvøldið 25. og 26. vera framførslur við Hanusi og Aldubáruni í Norðurlandahúsinum. Á skránni vera nýggj og gomul løg hjá Hanusi, klætt í nýggjan búna.
Hanus er einamest kendur sum vísusangarin, ið við síni eyðkendu rødd og gittara hevur bergtikið ung sum gomul. Nú verður Hanus so stuðlaður av Aldubáruni, ið til hetta tiltakið hevur fingið lagt tónleikin til rættis, soleiðis at tað tónlistarliga hjá Hanusi og Aldubáruni fara at stuðla hvør øðrum.
Aldubáran er til hesa konsertina eitt sindur broytt. Stamen Stanchev, ið spælir klaver og keyboard, og Edvard Nyholm Debess, ið spælir bass, eru komnir Aldubáruni til hjálpar. Báðir hava teir nógvar royndir innan ymiskan tónleik, innan fólka- og vísutónleik, jazz og eisini klassiskan tónleik.
Aldubárumanningin, ið fer á pallin við Hanusi. er: Anna E. Klett, klarinett, Andrea Heindriksdóttir, floyta, Páll Sólstein, horn og klaver, Sámal Petersen, fiól, Ólavur Jakobsen, gittara, Edvard N. Debess, bass, og Stamen Stanchev, klaver og keyboard
Løgini, ið verða framførd, eru bæði kend og minni kend. Hanus hevur sett løg til yrkingar hjá nógvum føroyskum yrkjarum. Á konsertunum verða framførd løg til yrkingar hjá m.ø. T.N. Djurhuus, Sverra Djurhuus, H. A. Djurhuus, Bernhardi Brim og Rikardi Long. Sjálvandi eru eisini Poul F. á skránni, bæði nýggjari løg, men eisini onkur av teim gomlu munnu vera at hoyra.
Konsertirnar byrja kl. 19.30 og atgongumerki fáast í Norurlandahúsinum.