Hanus G. Johansen verður mangan havdur á lofti sum okkara dugnaligasti vísusangari. Við sínum løgum, sum hann hevur sett til yrkingar eftir Poul F og aðrar yrkjarar, hevur Hanus sungið seg inn í føroysku fólkasálina.
Men Hanus G. Johansen hevur eisini gjørt nógv av at ferðast við tónleiki sínum, serliga í Norðurlondum, og er hann harvið gott umboð fyri Føroyar úti í heimi, har hann eisini hevur fjepparar. Hanus kennir væl norðurlendska sangskattin og hevur eisini sett løg til skaldskap eftir norska skaldið Jacob Sande.
Í hesum døgum er Hanus á ferð í Noregi. Hann byrjaði ferðina 16, februar og enn er onkur framførsla eftir á ferðini. Yvirlit yvir framførslur á ferðini sæst her:
Hanus G. Johansen - Noregs tournè 16. - 21.feb.2017:
16. feb. Kl. 20:00 Pikant restaurant - førde, sogn og fjordane
Den 17. februar kl. 19:00 ivar aasen-haven - ørsta, sunnmøre
Den 18. februar kl. 17:00 Galleri frøya - kalvåg, fjord
Den 19. februar kl. 14:00 gamleskulen - eikangervåg,
Den 20. februar kl. 20:00 Æg af columbus - bergen, hordaland
21. feb. , hordaland
Myndin omanfyri er frá framføslu á Pikant, Sogn og Fjordana, har ferðin byrjaði.