Hanus letur Reinsaríið upp

Leygarkvøldið verður fyrsta almenna konsertin í nýumvælda Reinsarínum, og hvør betur at spæla hana enn fólkakæri vísusangarin Hanus G. Johansen.

 

Hanus hevur við sínum tulkingum av skaldskapi, vunnið hjørtu á nærum øllum, ið hava hoyrt hann. Við eini røð av frálíkum útgávum aftanfyri seg, hevur Hanus støðugt verið millum best dámdu føroysku tónleikanøvnini seinastu 30 árini.


Tað er serliga løgini, ið Hanus hevur smíða til orð hjá Poul F. Joensen, ið hava vunnið sær heiðurspláss í føroyska sangskattinum.


Seinasta árið hevur Hanus spælt saman við Cantabile, men leygarkvøldið verður tað vísusangarin einsamallur við sínum kassagittara, ið fer at syngja sínni frálíku løg fyri okkum.