Spaniastovu fer leygarkvøldið 4. januar undir konsertrøð, ið eitur Tónabrúgv 2014. Lagt verður fyri við konsert við Hanus.
Hanus G. Johansen er háaktuellur, nú hann nýggjársaftan fekk handa Listavirðisløn Nólsoyar Páls og verður hann høvuðsnavni á ársins fyrstu konsert í Spaniastovu.
Lagt verður upp til eina innihaldsríka konsert við flestu av bestu tónleikarunum úr Klaksvík. Bæði einstaklingar og bólkar koma at spæla kend løg og nýggj løg.
Konsertin verður leygarkvøldið 4.januar kl 21-24. Atgongumerki kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á 457151.