Lagið er gott hjá Hanusi Sørensen og liðfeløgunum í NK Celje í bestu slovensku fótbóltsdeildini.
Farna hóskvøld vann Celje seg víðari til áttandapartsfinalurnar í Conference League aftaná samlaðan 4-2 sigur á kýpriotiska, APOEL, og nú bíða tveir dystir móti sveisiska liðnum, Lugano.
Í dag var Hanus á vøllinum allan dystin, tá Celje á heimavølli í dysti í bestu slovensku deildini vann ein knúsandi 9-1 sigur á Radomlje. Longu eftir 21 minuttir var Celje á odda 4-0.
Hanus legði upp til 9-1 málið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Celje er nummar fimm í deildini við 35 stigum. Teir eru sjey stig frá Bravo, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt.
Komandi mikudag klokkan 15 spælir Celje dyst á heimavølli í slovensku steypakappingini. Dysturin verður ímóti Tabor Sezena úr næstbestu deildini.