Hanus Lassen 65 ár

24. desember ella jólaaftan fylti Hanus Lassen í Klaksvík 65 ár.

Hann er annar av skiparunum á Smyrli. Føðingardagurin hevur so mangan verið hildin eftir midnátt jólaaftans kvøld, men hesa ferð var øðrvísi. Omanfyri hundrað fólk vóru í føðingardegi á Brekku fyrrapartin jólaaftan.
Hanus er klaksvíkingur, og hann hevur alla sína tíð búð í Klaksvík. Pápin var Niels Lassen ella Niels hjá Gudda. Mamman var Karin fødd Hansen og ættað úr Nornastovu í Mikladali. Karin og Niels fingu fimm børn. Tey eru Hanus, Grímur, Elsuba, Herdis og Malan. Elsuba býr í Havnini, og hini búgva í Klaksvík.
Niels doyði brádliga í 1954. Tá var hann um at vera liðugur at grava út. Seinni bygdi Karin á grundina ovarlaga í Víkunum.
Hanus hevur verið nógv á sjónum, og hann hevur verið støðugur og avhildin við skipunum, sum hann hevur verið við. Tá ið hann var 16 ára gamalur, fór hann við Sjúrðarbergi, og hann sigldi við Martini Sivertsen mest sum alla tíðina, inntil hann fór upp á skúla. Eitt stutt skifti var hann við Polo og eisini við Karini K. Í 1965 leyk hann stýrimansprógv, og í 1966 varð Hanus skipsførari. Eftir tað var hann eitt stutt skifti við mammubeiggjanum, Jógvani í Nornastovu, sum førdi Norðing á skittfiskaveiðu, og so sigldi Hanus hjá Kosangas fram til 1970.
Tá var ætlanin hjá honum at vera heima eitt skifti fyri at fáa húsini upp. Hanus plagar at siga, at tað tók longri tíð hjá honum at fáa húsini upp, enn hann hevði roknað við, tí tað var um hesa tíðina, at hann fyrstu ferð kom í sambandi við Strandferðsluna, har lívsstarvið hjá honum vísti seg at verða. Fyrst var hann avloysari á Pride í nakrar vikur, so var hann á Strandferðslu umsitingini í Klaksvík, sum Kjartan hjá Olafi á Stongunum umsat. Kjartan doyði skjótt eftir, at Hanus var komin hagar. Tá ið landið so yvirtók Strandferðsluna, fylgdi Hanus við, og har var hann inntil í 1976. Okkurt stutt skifti hevði hann loyst av umborð á Strandfaraskipunum. Hann gjørdist stýrimaður umborð á Smyrli í 1976, í 1978 loysti hann fyrstu ferð av á brúnni, og síðani Teistin varð keyptur í 1980, hevur Hanus verið skipari á størstu skipunum hjá SL.
Tey fyrru árini vóru teir rættuliga víða. Umframt at røkja væl umtóktu Skotlands siglingina sigldu teir eitt skifti úr Aberdeen og norður til Hetlands og Orknoyggjarnar. Eina ferð vóru teir í Trinidad, eitt skifti sigldu teir upp á Áland, teir sigldu í Danmark - Århus-Ecker Förde, Odder-Ebeltoft og Grenå-Hundested - og eitt stutt skifti vóru teir í sigling í Íslandi, har teir fluttu ferðafólk út í Oyggjarnar.
Kona Hanus er Elin fødd Brekku og ættað av Eiði. Børnini hjá teimum eru Jógvan, sum er føddur jóladag í 1965, Karin í 1970, Rógvi í 1972 og Annika í 1976. Hanus eigur sjey abbabørn.
Hanus hevur verið trúgvur í KFUM í Klaksvík. Í frítíðini hevur honum dámað væl at verið á floti, og so hava Hanus og familjan verið nógv í húsunum, sum tey eiga í Mikladali.
Í nøkur ár var Hanus Lassen nevndarlimur í Starvsmannafelagnum. Hann hevur verið á fólkaflokslistanum í Norðoyum, og tað fall soleiðis, at hann eina ferð møtti sum avloysari á tingi í eina viku.

J