Hanus í Klaksvík og Havn

Um vikuskiftið hevur Hanus G. Johansen framførslur í Klaksvík og Havn í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni “Á fold eru túsund gudar”. Við sær á konsertunum hevur Hanus nakrar av dugnaligastu tónleikarum í Føroyum: Mikael Blak, bass, Benjamin Petersen, gittar, Magnus Johannesen, orgul og klaver, Per I. Højgaard Petersen, trummur.

Hanus G. Johansen

Spaniastova 8/12 kl. 19.00

Østrøm 9/12 kl. 16.00