Hanus, Kim og Sámal syngja við

Tríggir profilar í føroyskum tónleiki eru nú til reiðar til Summar Festivalin

Tað verður lagt upp til stórar framførslur og syngið-við løtur á Torginum á Summar Festivalinum.


Summar Festivalurin hevur í dag kunngjørt, at Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall og Kim Hansen fara at hava framførslur á útipallinum á Torginum. 


Hanus G. Johansen spældi á teimum fyrstu tíggju Summar Festivalunum. Í fjør var Hanus ikki við, men nú er hann aftur til reiðar at verða við á landsins størsta tónleikatiltaki. Summar Festivalurin fegnast stórliga um, at Hanus nú verður við aftur á festivalinum í hansara heimstaði.


Sámal Ravnsfjall hevur luttikið á fleiri Summar Festivalum, og í ár fer hann at seta punktum fyri fríggjakvøldinum við framførslu á Torginum.


Kim Hansen hevur sum solistur ella tónleikari verið við á teimum flestu Summar Festivalunum síðani 2004. Í ár fer Kim Hansen at hava framførslu sum solistur á Torginum.