Føroya kendasti vísusangari verður at hoyra í Keypmannahavn leygarkvøldið 14. November. Tá vitjar Hanus G. Johansen á føroyska vertshúsinum Skarv í Keypmannahavn.
Tað eru 2½ ár síðan at Hanus G. Johansen seinast vitjaði á Skarv. Hanus ferð á pallin kl 2400, og spælir framm til kl. 0230. Aftaná spælir DJ
Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og syngja sum blaðungur, og hann var við í tónleikabólkum.
Hanus var ofta gestur hjá Frændum, og hann leggur sína rødd til sangir á útgávunum hjá Frændum.
Hanus er tó fyrst og fremst kendur sum tann fólkakæri vísusangarin, sum dugir at fanga eina mannfjøld ? um hon er stór ella lítil. Útgávan Gaman og Álvara staðfesti støðuna hjá Hanusi sum ein framúr lagasmið og sangara ? ikki minst tá hann tulkar Pól F. Joensen.