Hanus kann møta Liverpool, Real Madrid og PSG

Youth League: FC Midtjylland við Hanusi Sørensen er víðari til endaspælið

U19 liðið hjá FC Midtjylland vann seg í gjár víðari til endaspælið í Youth League, sum svarar til Champions League fyri U19-lið. FC Midtjylland vann eftir brotssparkskapping móti franska Lille.

Hanus Sørensen var ikki við, tí hann í løtuni ikki er í dystarvenjing. Føroyski ungdómslandsliðsspælarin hevur verið í FC Midtjylland í nøkur ár og sum skilst, so verður arbeitt hart fyri at sleppa upp í part til komandi dystirnar í Youth League.

##med2## 

Í morgin verður lutakastið til 1/8 finalurnar. Her er nógv spennandi feløg, sum FC Midtjylland kann møta. Eitt nú Liverpool, Real Madrid, Paris Saint Germain Bayern Munchen, Inter Milan og Juventus.

Fleiri av feløgunum hava eisini nógvar royndir við ungum spælarum. Feløg sum Dinamo Zagreb úr Kroatia, Red Bull Salzburg úr Eysturríki og franska Rennes eru eisini millum møguligu mótstøðuliðini. Hetta eru feløg, sum eru stinn at menna spælarar og selja víðari til elituna í Evropa.

Lutakastið verður í morgin á døgurða. 1/8 finalurnar verða avgjørdar við einum dystir, har tað liðið, sum kemur fyrst úr til lutakastið, fær heimavøll. Hesum kann FC Midtjylland møta:

Ajax (Hol), Atalanta (ITA), Bayern München (TÝS), Benfica (POR), Internazionale Milano (ITA), Juventus (ITA), Liverpool (ENG), Real Madrid (SPA), Atlético Madrid (SPA), Crvena zvezda (SRB), Derby County (ENG), Dinamo Zagreb (KRO), Lyon (FRA), Rennes (FRA) og RB Salzburg (EYS).