Hanus Kamban fegnast um viðurkenning

Rithøvundurin Hanus Kamban er innstillaður til bókmentavirðirsløn Norðurlandaráðsins. Hann væntar sær ikki heiðurin, men fegnast og tekur tað sum eina viðurkenning av sínum arbeiði

VIRÐISLØN

Tað er stuttligt og kennist nøktandi.
Tað sigur Hanus Kamban, rithøvundur, sum er føroyska boðið upp á bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri 2003. Hann er innstillaður fyri stuttsøgusavnið Pílagrímar, sum kom út í 2001.
Hóast Hanus ikki væntar sær heiðurin, so er hann sera glaður fyri at verða innstillaður.
? Tað er onkursvegna ein viðurkenning av tí arbeiði, sum tú gerst. Tá tú arbeiðir við einum verki, sum í hesum føri var Pílagrímar, kennir tú sjálvur á tær, um tað er væl frágingið. Men tað kennist sjálvandi betur, tá onkur annar, sum tú ikki kennir, gevur tær eina viðurkenning, sigur Hanus Kamban.

Høg krøv
Úr hinum Norðurlondunum eru innstillað Per Højholt og Morten Søndergaard úr Danmark, Pirjo Hassinen og Kjell Westö úr Finnlandi, Alfrun Gunnlaugsdóttir og Johann Hjalmarsson úr Íslandi, Liv Køltzow og Jørgen Norheim úr Noregi og Stewe Claeson og Eva Ström úr Svøríki.
Bókmentavirðislønin verður latin fyri eitt fagurbókmentaligt verk, sum er skrivað á einum av teimum norðurlendsku málunum. Tað kann vera ein skaldsøga, eitt yrkingasavn, eitt stuttsøgusavn ella eitt essaysavn. Verkið skal lúka høg bókmentalig og listarlig krøv.
Ein norðurlendsk nevnd velur, hvør skal fáa heiðurin. Endamálið við prísinum er at økja um áhugan og kunnleikan fyri bókmentunum, mentan og máli hjá grannum í Norði.

Tveir føroyingar
William Heinesen og Rói Patursson eru einastu føroyingar, sum áður hava megnað at fáa virðislønina, tá til stykkist kom. Nú Sunnleif Rasmussen fekk tónleikavirðislønina í ár, ivast fólk eisini í, um ein føroyingur hevur nakran kjans at fáa bókmentavirðislønina eisini. Hanus Kamban verður so ikki vónsvikin, um onkur annar fær heiðurin og harvið tær 350.000 krónurnar, tá vinnarin verður avdúkaður 21. februar 2003.
? Tað er fullkomiliga óvist, hvør fær heiðurin, tá av tornar. Tað havi eg ongar tankar gjørt mær um. Eg eri bara fegin um at ta viðurkenning, sum tað er at vera innstillaður, sigur Hanus Kamban.
Leygardagin hava vit størri viðtal við Hanus Kamban í sambandi við, at hann letur eitt nýtt stuttsøgusavn úr hondum í vikuni.