Tíggju donsk listarfólk hava nú møguleika at koma á donsku fíggjarlógina og harvið verða lønt at statinum restina av lívinum. Teirra millum er okkara Hanus Kamban
Tað er umboðsráðið hjá Statens Kunstfond, sum hevur gjørt av at innstilla tey tíggju listarfólkini til mentamálaráðharran.
Talan er um
Keld Helmer-Petersen, myndlistamaður og fotografur
Simona Grotrian, rithøvund
Christian Hesselholdt, rithøvund
Hanus Kamban, rithøvund
Andres Nordentoft, tónaskald
Torben Hardenberg, gullsmiður
Annette Holdensen, vevkona
Malene Müllertz, keramikari
Hanne Vedel, vevkona
Erik Werner, teknara
Lívslanga játtanin á fíggjarlógini verður latin skapandi listarfólki, sum hava eina slíka listrarliga framleiðslu aftan fyri seg, at tey hava gjørt seg galdandi sum listarfólk.
Játtanin, sum listarfólkini fáa, er treytað av inntøkuviðurskiftunum og liggur millum 15.000 og 140.000 krónur um árið.
Tær 10 játtaniar, sum umboðsnevndin fyri Statens Kunstfond nú hevur innstilla, eru vorðnar tøkar eftir at fólki, sum fyrr hava fingið hetta játtað, eru deyð í 2006 og 2007.










