Hanus í løgum og myndum

Týskvøldið verður framsýning av myndum, sum Archie Black hevur teknað av Hanusi G. Johansen

Bókin “Archie / Hanus” er nýliga komin út við myndum og málningum av Hanusi, ið Archibald Black hevur teknað og málað. Í strokum og litum hevur Archie her tulkað sinnaløg og søgur í andlitsbrøgdum Hanusar.

 

Í hesum sambandi verður konsert á Reinsarínum í Tórsgøtu týskvøldið, har Hanus fer at framføra saman við bólki. Við sær á pall hevur Hanus Magnus Johannessen, Mikael Blak, Benjamin Petersen og Per Ingvald Højgaard Petersen

 

Til høvið eru myndir og málningar úr bókini hongdar upp í Reinsarínum.