Hanus heldur fram í B36

Miðvallarleikarin Hanus Thorleifsson, hevur í kvøld longt sín sáttmála við føroyameistararnar úr B36

 

Miðvallarleikarin Hanus Thorleifsson, sum í ár var millum týdningarmiklu leikararnar hjá føroyameistarunum úr B36, hevur í kvøld longt sín sáttmála við felagið.

 

Hanus Thorleifsson kom á fyrsta sinni til B36 í 2006, tá hann skifti frá barndómsfelagnum Skála. Í 2009 gavst Hanus Thorleifsson tó í B36.

Eftir nøkur ár í HB, og eitt ár við ÍF, kom Hanus aftur til B36 í 2014, har hann spældi 25 dystir og skeyt 3 mál.

 

Sáttmálin millum Hanus Thorleifsson og B36 er galdandi fyri komandi kappingarár.