Virkisætlan
Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, hevur søkt Klaksvíkar kommunu um loyvi til bygging av einum saltfiskavirki norðanvert Kósina og Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík.
Sum Sosialurin hevur skilt, er umsóknin gingin á møti í býráðnum í Klaksvík.
Tað er stutt síðan, at Hanus Hansen seldi Kósavirkið burtur úr JFK-samtakinum.
Kósavirkið hevði eitt vánaligt ár í 2005 við umleið einari miljón í undirskoti um mánaðin.
Teir, sum stóðu aftanfyri Kósavirkið, søgdu, at tað serliga var saltfiskurin, sum hevði gingið illa í hond.
Men nú er so líkt til, at Hanus Hansen aftur trýr upp á saltfiskaframleiðslu.