Sum nakað nýtt í ár er JFK við á sjómannadegnum í Klaksvík, har toskur frá flakatrolaranum Gadusi saman við kipsi, sodavatni ella vatni fæst ókeypis í tjaldinum á havnalagnum.
Tá latið varð upp í tjaldinum, vóru tey mong, sum vildu royna sera vælsmakkandi fiskin úr Barentshavinum, og sum løtan leið, gjørdist bíðirøðin at fáa fisk & kips rættiliga long.
Men, skjótt gekk inni í tjaldinum, har eitt nú sjálvur Hanus Hansen, reiðari hjá JFK-Troli, stóð og serveraði, meðan útlendskir kokkar og onnur hjáparfólk tóku sær av matgerðini.
Tey, sum fingu sær fisk & kips frá Hanusi Hansen seinnapartin í dag, lótu sera væl at fiskinum og kipsinum, og sagt verður, at hetta var framúr góður fiskur - alt ókeypis, bæði matur og drekka.