Skipasøla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fráboðanin kom í dag, at Skálaberg er seldur til Argentina fyri slakar 200 milliónir krónur, góðar 20 milliónir meira enn skipið kostaði at byggja fyri bara 6 árum síðani.
- Skipið er stórt og dýrt til tað fiskarí og framleiðslu, sum skipið ger. Tað er ein sannroynd, at minni og eldri skip hava eitt nógv størri avlop, enn tað er gjørligt at fáa við Skálaberg. Tí hevur reiðaríð í hyggju at útvega annað og meira hóskandi skip, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK.
Fyrr í ár varð verksmiðjutrolarin Sundaberg, sum var nakað eldri enn Skálaberg og sum bar seg betri, seldur. Og tað er nakað, Hanus Hansen er keddur av í dag.
- Jú, tað eri eg keddur av í dag. Men tað er nú einaferð so, at tá vit seldu Sundaberg, vistu vit ikki at vit kundu selja Skálaberg. Tað hevði dámt okkum betri, um tað var øvugt. Vit høvdu kunnað hugsað okkum at havt Sundaberg í dag og kanska sett hann í stand, segði Hanus Hansen við Rás2 fyrr í dag.
Kvoturnar góvu mønustingin
Tað eru eftir øllum at døma nógv broyttu kvotuviðurskiftini, sum hava givið Skálabergi mønustingin.
- Ætlanin við skipinum var at framleiða meira umborð. Arbeitt varð við hesum fyrstu tíðina, men úrslitið var ikki gott nokk. Heilt einfalt, so eru sáttmálaviðurskiftini ikki liðilig nokk til at fáa forrætning í slíkt, sigur Hanus Hansen í tíðindaskrivi.
- Avgerandi fyri støðutakanina hevur eisini verið óvissan um kvotuviðurskiftini í Barentshavinum,nú svartkjafturin er minkaður so nógv, samstundis sum sera stór ósemja er um makrelin. Felagið metir tað ov váðið at vera so fíggjarliga bundin, um tilverugrundarlagið verður broytt munandi skeiva vegin, boðar stjórin í JFK frá.
Eingin uppsagdur
Hóast Skálaberg nú er seldur, er eingin av manningini uppsagdur.
-Tingast verður um keyp av øðrum skipi, og roknað verður við, at hetta er avgreitt innan stutta tíð. Eingin verður tí sagdur úr starvi, hevur Hanus Hansen boðað frá.
Sostatt hevur Hanus Hansen framvegis gott mót upp á at halda fram, og ætlanin er sum skjótast at fáa nýtt skip til vega.