Leygarkvøldið er seinasti møguleiki at hoyra allar tulkingarnar av John Lennon, sum hava verið á skránni síðani hann í oktober hevði fylt 70 ár. Umframt perlurøðina av Lennon klassikarum, sum Hanus G framførur, verða Karl Martin Samuelsen (Hjarnar) og Jón Jacobsen (Grandma´s Basement) at hoyra í nýggjum leiklutum, sum tulkarar av tíðarleysu hittunum, sum Lennon ríkaði heimin við í 60? og 70?unum.
Tónleikinum stendur ad-hoc rokkorkestrið X-mas fyri, við Rana Nolsøe á odda. Rani hevur, síðani John Lennon varð myrdur í 1980, fyriskipað serligum John Lennon tiltøkum hvørt 10. ár síðani tá.
Hesuferð veita Mikkjal Hvannastein, Páll Sólstein, Jens Pauli Joensen og Jógvan Fróðin Baldvinson neyðugu tyngdina í bólkinum.










