Í februar fer Hanus G. Johansen á konsertferð kring oyggjarnar. Hóskvøldið 10. februar og leygarkvøldið 12. februar hevur Hanus G. Johansen konsertir í ávikavist Løkshøll í Runavík og Seglloftinum á Tvøroyri. Tá tað fyri júst einum ári síðan kom fram, at Hanus G. Johansen arbeiddi við at gera eina nýggja fløgu við løgum, ið hann hevði sett til yrkingar hjá Poul F., vóru tað mong, sum ivaðust í, hvussu skilagott tað var.
Útgávan ?Gaman og álvara? frá 1988 er ein varði í føroysku tónleikasøguni, og nógv væntaðu, at tað fór at vera trupult hjá Hanusi G. Johansen at gera eina nýggja útgávu við Poul F-yrkingum, ið livdi upp til ?Gaman og álvara?.
Hesi fólk høvdu einki at stúra fyri, tí tá ?Hørpuspælarin - Hanus syngur Poul F.? kom út í desember, var alt á gosið. Ummælarar vóru samdir um, at fløgan er at kalla eitt meistaraverk.
Umframt at hava skapað nakrar av sterkastu føroysku tónleikaútgávunum, so er Hanus G. Johansen eisini ein framførari í heimsflokki.
Nú verður aftur høvi at hoyra Hanus G. Johansen framføra bæði sangirnar á ?Hørpuspælaranum? og annað gott úr hansara tónlistarligu skjáttu, ið er á tremur við góðum gomlum sangskattum og onkrum heilt nýggjum eisini. Í februar fer hann nevniliga á konsertferð kring oyggjarnar. Hóskvøldið 10. februar framførir Hanus í Løkshøll í Runavík, og leygarkvøldið 12. februar verður hann í Seglloftinum á Tvøroyri.
Við sær á konsertferðina hevur Hanus G. Johansen tónleikararnar Mikael Blak á kontrabassi og Magnus Johannesen á flygel/urgu.