Hanus G. í Perluni

Perlan í Tórsgøtu hevur havt mentanarlig tiltøk hvørt sunnukvøld allan februar, og hesaferð verður tað Hanus G., ið stendur fyri undirhaldinum. Tey ungu hava tikið væl ímóti mentanarligu tiltøkunum í Perluni, og sunnukvøldið verður helst tað sama, tá ið Hanus G. trínur á pall.

 

Komandi sunnudag verður seinasta fer, at Perlan er opin á hesum sinni.

 

Perlan hevur opið frá kl 19.30- 22.30 og til ber at keypa sær okkurt leskiligt, at spæla kort og onnur tílik spøl.

 

Tiltakið er ókeypis og einki aldursmark.