Hanus G. og Sirenerne í Tøting

Leygarkvøldið 16. feb. kl. 21.00 verður konsert við Hanusi G. Johansen og Sirenerne í Tøting í Syðrugøtu. Tað boða fyrireikarar frá í dag.

 

Fyri fyrstu ferð skal livandi legendan Hanus G. Johansen nú spæla konsert í Tøting. Fyri mongum árum síðan, tá Tónleikasamtakið Grót enn var ungt, spældi Hanus eina minniliga konsert í Losjuni í Gøtugjógv.

 

Hanus hevur nýliga útgivið "Á fold eru túsund gudar", ið eru yrkingar eftir Poul F., sum Hanus dugir so ómetaliga væl at tulka og seta løg til. Fløgan hevur fingið góð ummæli.

 

Á konsertini leygarkvøldið í Tøting, kann ein vænta at hoyra bæði nýggj og eldri løg hjá Hanusi, boða fyrireikarar frá.

 

Klassiska danska trio´in Sirenerne, er á eini serligari konsertferð í útnorði, sum tey kallað "Nordisk Musik til Udkants-Norden".

 

Tónleikaverkini, ið Sirenerne framføra, eru skrivaði í tíðini, um tíðina, -sum bróta ímyndina av og mørkini fyri, hvat klassiskur tónleikur kann vera og rúma.

Ung sum gomul, líkamikið fortíð og røtur, verða drigin við á eina tónleikaferð, har sterkar kenslur, náttúra, norðurlendskar røtur og havið eru evnið.

 

Tónleikaverkini, ið Sirenerne framføra, eru komponerað av unga komponistinum Tine Surel úr Vesterålen í Noregi.

 

Ljóðførðini, violin og cello, ið viðurslønti klassiski tónleikabólkurin nýtir, eru meistraði av trimun ungum kvinnum.

 

Konsertin byrjar kl. 21.00.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.