Hanus G. Johansen kenna øll. Hann hevur upplivað eitt slag av endurreisn við sínum seinastu tveimum útgávum, har hann hevur endurnýggjað sín stíl og sína tilgongd við at lata upp fyri størri samstarvi við aðrar tónleikarar.
Hesaferð - í Fuglafjarðar kirkju næsta fríggjakvøld klokkan 20.30 - verður tað tó Hanus sjálvur, sum kemur at framføra í hesum sermerkta umhvørvi.
Á konsertini fer eisini Kloster, sum er ein danskur bólkur við Mikal Andreasen á odda, at framføra. Bólkurin hevur higartil givið út fýra fløgur. Nýggjasta útgávan, ið kallaðist "Ni Salme", er ein endurtulking av donskum sálmum í fólktónleikara hami.
Kloster vitja í Føroyum sum ein duo og spæla eisini til tiltakið Andarúm í bókasavninum í Fuglafirði hóskvøldið klokkan 20.
Konsertin við Hanusi G. Johansen og Kloster er ókeypis, og hetta tiltakið í Fuglafjarðar kirkju er ein partur av skránni fyri mentanarvikuna í Fuglafirði, sum byrjar í morgin og varar alla vikuna.