Hanus G. og Cantabile í Müllers Pakkhúsi

Kórið Cantabile og Hanus G. Johansen fara í februar á pall saman í Müllers Pakkhúsi, við løgum hjá Hanusi sett út av Paula í Sandagerði.

Kórið Cantabile og Hanus G. Johansen fara í februar á pall saman í Müllers Pakkhúsi, við løgum hjá Hanusi sett út av Paula í Sandagerði.


Tey lova, at hetta verður ein heit og hugnalig konsert, har Hanus G. Johansen og Cantabile framføra løg, ið verða tikin upp til fløguútgávu.

Á skránni eru úrvaldar kærleiksyrkingar, sum Hanus hevur gjørt løg til, og Pauli í Sandagerði hevur lagt til rættis.

Konsertin er í Müllers Pakkhúsi 14. februar kl. 19