Hóskvøldið 30. september kl. 20.00 spælir Hanus G. Johansen á Norðurbrygjuni í Keypmannahavn. Gurið Hansdóttir fer eisini á pall. Tónleikayrkisleiðin hjá Hanusi G. Johansen fevnir um 4 áratíggju. Í 1970?unum varð
hann mettur sum uppreistrartónleikari í Føroyum, men síðani hevur Hanus við sínari
blanding av fólkatónleiki, jazzi og blues, egnum samansetingum og tulkingum av m.a.
norska Jakob Sane, verið førur fyri at spælt og sungið seg djúpt í føroysku
fólkasálina.
Hanus hevur áður havt framførslur og spælt fløgu inn saman við Aldubáruni, men til
hesa framførsluna fer hann á pallin saman við Mikael Blak á bass og Magnus Johansen
á klaver, sum hann júst hevur gjørt eina fløgu saman við.
Til konsertina fara teir bæði at spæla nýggjar samansetingar og gamlar kenningar.
Upphiting
Guðrið Hansdóttir hitar upp áðrenn konsertina. Kanska sleppa vit eisini at hoyra
nýggj løg frá henni, nú hon er stødd í Keypmannahavn í hesum døgum fyri at spæla inn
nýggjar sangir.








