Hanus G. LIVE til Planet Awards

Millum LIVE framførslurnar, sum verða á Planet Awards 2010 er Hanus G. sum í ár hevur latið tvær fløgur frá hondini. Hanus G., sum seinastu árini hevur lagt løg til fleiri yrkingar hjá sumbiarskaldinum Poul F., fer mikukvøldið 29. Desember, at framføra LIVE í Deep, har ársins Planet Awards verður hildið.

 

Haraftrat verða framførslur frá millum annað Annu Nygaard, Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og Páll Finnur Páll.

 

Tiltakið verður í Deep, og byrjar klokkan 21, og atgongumerki kunnu nú keypast í Miðlahúsinum og í Baresso.

 

Tað er Trygginarfelagið Føroyar, Tórshavnar Kommuna og Føroya Tele, sum stuðla tiltakinum.