Tað skrivar Voxbotnfyrireikararnir í dag. Hanus G. Johansen hevur eina fulla skjáttu av fólkahittum, og tað serliga við Hanusi er, at ættarlið eftir ættarlið taka hansara gandakenda tónleik til sín.
Frammanundan er kunngjørt, at Sam Feldt, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Swangah, Signar & John, Branco, Amina, Mold og The Antonelli Orchestra fara á framføra fríggjadagin 20. august á Okkara Voxbotn.
Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra, Kim Hansen, Hanus G. Johansen og Páll Finnur Páll.
– Tað er at skunda sær, tí prísurin hækkar mikudagin 18. august, skriva fyrireikararnir.