Hanus G. Johansen í Áarstovu

Leygarkvøldið 3. september fáa føroyingar í Aarhus møguleikan at hoyra vísusangaran Hanus G. Johansen. Hanus kann teljast millum størstu føroysku tónlistafólkini, og hevur hann ríkað um tónlistarliga við fleiri dýrabærum sangskattum.

Hanus fer at framføra í Áarstovu, sum er føroyingafelagið í Aarhus, leygarkvøldið kl 22.