Hanus G í Smiðjuni í dag

Hann fer at spæla seinnapartin í sambandi við eina listaframsýning

Í dag klokkan 16 fer Hanus G at syngja og spæla í Smiðjuni í Lítluvík.

 

Har hava tær báðar listakvinnurnar Berit Kyed og Anita Køtlum Petersen listaframsýning og tær hava báðar mála legendariska sangarin. Og tað er í tí sambandi, at hann fer at syngja og spæla í Smiðjuni í dag. Konsertin er almenn, og hon er ókeypis.

 

Tær báðar hava listaframsýning til týsdagin.