Tað sá álvarsligt út, tá ið Hanus Jacobsen í dystinum ímillum NSÍ og Víking í gjár brádliga lá slættur og alt fyri eitt gav tekin um, at hann mátti útskiftast.
Orsøkin var, at hann fekk eina fipurspreinging í baklærið. Hetta var fyrsta fipurspreinging hjá 30 ára gamla vinstra bakkinum, og aloftast vísir hon seg at vera drúgv.
Tað má Hanus Jacobsen eisini ásanna, tí fyrstu metingarnar siga, at hann má sita uttanfyri í einar fýra til seks vikur.