Hanus G. fekk heiðurin at lata upp stóra pallin á Vágsbøi. Og tað var ein ivasom byrjan, við tøkniligum avbjóðingum. Men eftir einum 10 minuttum við klimpri, fekk Hanus loyvi at byrja, og so koyrdi sjarmerandi maðurin sítt one man show ígjøgnum. Uppsnollaður tók maðurin við djúpu røddini og kassagittarinum okkum við á eina hugnaliga ferð. Hann framførdi nakrar klassikarar so sum “Saknur”, “18” og “Vónsvikin”, og framførdi har afturat nøkur løg frá róstu útgávuni “Hørpuspælarin”. Ongin ivi er um, at tað serliga vóru eldri løgini sum høvdu størst tokka millum áhoyrararnar.
Hanus x 8
Hetta var 8. ferð at Hanus framførdi á Summarfestivalinum. Undirritaði saknar at Hanus tekur bólkin við sær á stóra pallin, tí hóast Hanus er stórur, bæði sum persónur og sum tónleikari, er hann ikki nóg stórur til hendan pallin. Í øllum førum ikki longu kl. 20 um kvøldið. Áður hava vit upplivað Hanus við sera góðari manning, og tað lyftir tónleikin á eitt heilt annað støði. Men hesum støðinum rakk Hanus ongantíð fríggjakvøldið. Tað kendist sum hann “bara” gjørdi tað trygga og vandaleysa. Hóast tað er gott, so veitst tú at tónleikurin rúmar annað enn ein kassagittara og rødd. Tónleikurin hjá Hanus er sera einfaldur, og undirritaði saknaði at hesin tónleikur varð útbygdur við størri og meiri spennandi manning og útseting. Júst sum vit kenna tónleikin frá “Hørpuspælarin”
Men Hanus hevur eitt heilt serligt pláss í føroyska tónleikalívinum, og hetta staðfesti hann eisini fríggjakvøldið. Hann er meira enn ein tónleikari, meira enn ein listamaður ið týðir yrkingar. Hann er eitt huglag. Tú kemur í ein heilt serligan hýr, tá tú hoyrir samanrenningina millum Hanus G. og Poul F. Tað verður onkursvegna gandakent. Hann hevur eina eyðmjúka persónligheit, sum tú bara kann elska og virða, og hetta sluppu vit at uppliva hesu hugnaligu løtu á Vágsbøi.