Hanus endaði nummar 4

OYL 15: Hanus Bergsson hevur fyri løtu síðani kasta spjótkast

Ungi og evnaríki, Hanus Bergsson, hevur fyri løtu síðani kasta spjótkast fyri Føroyar í finaluni.

 

Tíverri, so spurdist einki heiðursmerki burturúr, hóast vónirnar til Hanus undan finaluni vóru til eitt heiðursmerki. Kastið hjá Hanus var 61,96 metrar. Hanus var einans 1 metur og 2 sentrimetrar frá at enda á einum triðja plássið.

 

Fyri eini løtu síðani leyp Tórur Mortensen eisini hæddarlop. Hann endaði á einum sjeynda plássið.