Leygardagin skrivaði EB/Streymur og Hanus Eliasen undir sáttmála, sum sigur, at hann komandi kappingarár skal leika fyri EB/Streym. Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni. Harvið hevur felagslið styrkt um álopssinnaða partin av liðnum.
Hanus Eliasen er fyrsti nýggi leikarin EB/Streymur hevur gjørt avtalu við eftir at kappingin endaði, og bæði Ronnie Samuelsen og Fróði Clementsen boðaðu frá, at teir ikki ætla at spæla fótbólt komandi kappingarár.