Hanus á Bryggjuni

Leygarkvøldið fer Hanus G. Johansen at undirhalda á Bryggjuni í Vestmanna

Hanus fer at syngja sangir, har hann hevur sett løg til yrkingar eftir Poul F. Hesir komu á plátu fyri fleiri árum síðani, men eru nú útgivinir á fløgu. Mong hava óivað bíðað eftir at fáa klassikkaran Gaman og Álvara á fløgu. Til ber at ogna sær fløguna leygarkvøldið.

Um Hansus bert syngur Poul F. leygarkvøldið er ikki víst, men hesir báðir úrmælingarnir hava eina felags søgu og eru bundnir hvør at øðrum, tá tað kemur til løg og tekstir. Klaksvíkingurin Hanus sá í tekstunum hjá suðuroyarskaldinum nakað, ið hann kundi brúka og sum honum dámdi. Og so væl riggaði samansetingin av tekstum hjá Poul F og løgum og framførslu hjá Hanusi, at hetta langt síðani er klassisk vísutónleikasøgu í Føroyum.

Hanus byrjar á Bryggjuni kokkan 22 leygarkvøldið og atgongumerkini kosta 70 krónur.