Hanus Andreassen um Regin:Eitt fyndugt orðalag sprottið úr ríkum og rámandi jørðildi

»Tað er nóg so framligt at fara um aftur slóðina hjá Regin Dahl, men kanska hevði tað borið til at gitt eitt sindur.

Tað er eingin ivi um, at hann hevur verið hugtikin av H.A. Djurhuus, sum yrkti so beint frameftir, allir føroyingar alt fyri eitt tóku hansara skaldskap inn at sær. Hann hevur eisini kent seg drignan at J.H.O. Djurhuus, sum sat meira svinnur og lagaði bæriligar katedralar av døkkum daktylum. Sjálvur loyvi eg mær at halda, at ein annar yrkjari hevur havt minst líka stóran týdning fyri Regin Dahl, og tað er Jóannes Patursson. Tað, sum eyðkennir Jóannes Patursson, og sum seinni kom undan kavi hjá Regini Dahl, er hetta fynduga orðalagið, sum er sprottið úr einum ríkari og ramari jørðildi enn tí hjá áarstovubrøðrunum, og so stevið, tað sama stevið, sum kirkjubødrongurin hoyrdi, tá hann sum óviti var lagdur í song, og dansurin glumdi hinumegin bróstið«.