Hanus & Jógvan Andrias spæla á Hvonn

Hóskvøldið spæla Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen á Hvonn í Havn. Teir verða við í sendingini Hvonn Live hjá Rás2 Vísusangararnir Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen hava hvør í sínum lagi givið tónleik út og havt framførslur, men teir hava eisini samstarvað á ymsum økjum í nógv ár.

 

Í sendingini Hvonn Live, sum verður hóskvøldið frá klokkan 19.00, fara teir at hava framførslu saman. Teir spæla sangir, sum teir hava skrivað, og fólk eru vælkomin á Hvonn at lurta eftir teirra live-framførslu.

 

Rás2 sendir eisini framførsluna í sendingini Hvonn Live, sum verður send millum kl 19 og 22 hóskvøldið.