Undir heitinum Orðið er ógreitt, myndin er klár, umrøður Kinna Poulsen á listaportal.com, framsýning hjá Hansinu Iversen:
Framsýningin í Steinprenti, við málningum hjá Hansinu Iversen, er sett saman av verkum, sum vóru við á framsýningini Speaking in Tongues í Møstings Hus, sum var framsýning saman við Jóhan Martin Christiansen í november og december 2020.
Verkini eru sjálvandi hugsað til framsýningina Speaking in Tongues, men tey eru eisini sjálvstøðug verk, har hugsanin handan tey framvegis er galdandi.
Málningarnir á framsýningini, sum hevur fingið heitið “Orðið er ógreitt, myndin er klár”, eru abstraktir og heitið vísur á myndaheimin, sum gerst ítøkiligur hjá listafólkinum. Orðini til at lýsa myndinar eru ring at finna, men tey eru neyðug til at greiða øðrum frá óhondgrípuligu og ósjónligu tonkunum. Málningurin/myndin er ein máti at samskifta við tann, sum hyggur at. Men er uppfatanin universell? Og er tað av týdningi, at hon er tað?
Á framsýningini eru 12 oljumálningar, 5 av teimum hava ikki verið sýndir fram fyrr. Nýggja steinprent vera eisini at síggja. Hansina Iversen hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti seinastu 3 vikurnar og úrslitið eru nøkur liðug prent og royndir, ið arbeiðast skula víðari uppá. Málarí og steinprent eru høvus tilfarið hjá Hansinu, skrivar Kinna Poulsen millum annað á listaportal.com, har øll umrøðan, og myndir, eru at síggja.
Framsýningin letur upp leygardagin 30.januar kl 15-17 - framsýningin heldur fram inntil 27.februar.