Hansara egnu ivast í evnum hansara

Fleiri leiðandi limir í Vinstraflokkinum í Danmark siga seg ivast í, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og floksformaður, er førur fyri vinna tað næsta fólkatingsvalið. Millum teirra, sum ivast, eru fleiri fólkatingslimir hjá flokkinum og enntá eisini einstakir ráðharrar.

Tað skrivar Politiken í dag og vísir til eina týðandi keldu í Vinstra. Keldurnar siga, at Lars Løkke Rasmussen hevur ikki megnað at geva eina klára mynd av tí, sum stjórnin ætlar.

Ein annar trupulleiki er, at hann hevur givið tí konservativa flokkinum alt ov stórt pláss á pallinum ístaðin fyri at steðga teimum.