Hansara atkvøður hvurvu

Á landsfundinum hjá republikanarunum varð John McCain tilnevndur forsetavalevni. Men hann var ikki tað einasta uppskotið

Undan landsfundinum høvdu luttakararnir fingið at vita, at Ron Paul stillaði upp ímóti John McCain, og umboð úr fleiri statum høvdu sagt, at tey ætlaðu sær at atkvøða fyri avbjóðaranum. Men tá upptaljingin bleiv kunngjørd, hevði Ron Paul ikki fingið eina einastu atkvøðu.

Los Angeles Times skrivar, at Ron Paul fekk atkvøður frá umboðum úr nøkrum statum so sum Alaska, Oklahoma, Oregon, Washington og West Virginia, men sambært einum blaði í Oklahoma bleiv mikrofonin í fundarhølinum sløkt, tá umboðini haðani skuldu siga, hvønn tey styðjaðu.

Los Angeles Times skrivar, at Mitt Romney, sum kappaðist við John McCain um uppstillingina, fekk tvær atkvøður á landsfundinum, og tær blivu skrásettar. Tær hjá Ron Paul hvurvu á ein ella annan løgnan hátt, skrivar blaðið og rør uppundir, at tað kanska hevði samband við, at Ron Paul hevur verið ein tann harðasti mótstøðumaðurin ímóti Irak-politikkinum hjá Bush-stjórnini.