Hansa og Benni gullbrúdleyp

Í dag halda Hansa og Benjamin Joensen í Klaksvík teirra gullbrúdleypsdag.

Hansa er Dóttur Rikku og Victor Danielsen, trúboðara í Fuglafirði.
Benjamin (Benni) er sonur Malvinu og Jákup Joensen, bónda í Gerðum í Klaksvík.
Tey eiga fýra børn, Rúnu, Gudny, Victoriu og sonin Jákup.
At skriva nøkur orð, um hesi bæði sermerktu hjún, er ikki so lætt.
At lýsa Hansu við orðum á pappíri ber, fyri meg, slættis ikki til, hon má upplivast.
So, støkk inn á gólvið. Verð saman við henni. Gev tær tol, og tú finnur eina gløgga kvinnu við stórari vitan.
Hon trúttar og trýstir einki oman yvir teg. Henni nýtist ikki at veipa við ørmunum, fyri at staðfesta tað, hon vil bera fram, sum veruleika. Hon hevur prógvini.
Fá hana at breiða nakað av tí, hon úr hondum sínum og programeraðu bindi- og seymimaskinun sínum hevur virkað, út á boðrið, og tú undrast.
Og fyri ikka at tala um, tá hon sigur ger so væl, tað er borðreitt. At matgera er hon framúrskarandi.
Aftaná, at børnini vóru blivin vaksin, fór hon at nema sær kunnleika í roknskapi og bókhaldi. Fekk fult stigatal í bókhaldi og góðan karakter í roknskapi. Hon hevði bert sín barnaskúla lærdóm at dúva uppá. Tað sigur ikki so lítið.
Nøkur ár arbeiddi hon á roknskaparvirkið. Frá ungun av var hetta dreymur hennara, og henni untist at arbeiða við hesum nøkur ár, og dámdi tað sera væl og var nógv avhildin.
Spyr hana um ætt sína. Fær í Bíbliuna við henni, sum var umsett til føroyskt í barnaheimi hennara. Spyr hana um ymisku familjurnar í Klaksvík, tær eldru í hvussu er og nógvar av teim ungu við.
Spyr hana um alt. Hon fylgir ómetaliga væl við.
Sum kona ein mann, ið alt sítt langa lív hevur verið sjómaður og er tað fyri so vítt enn, hevur tað ikki altíð verið lætt. Men sterka álit á tann Harra, hon frá barni av setti sítt álit á, hevur verið ein barlast sum hevur borið uppi í ringum, eins væl í góðum døgum.
Benna má onkur søguskrivari taka sær av.
Ein av skipsmonnum hansara segði við meg:
"Benni er ikki hvør sum helst. Eg veit ikki, hvat eg skal siga um hann, hann er nakað heilt sjáldsamt.
Tað er ein myndugleiki yvir honum, sum setur ein í respekt og allíkavæl í arbeiðinum sum javnlíka. Sum skipari er hann avgjørdur um, at tað hann hevur í ætlan er tað rætta, men skuldi tað víst seg, at hann kanska tók feil, er hann ikki bangin fyri at viðganga tað. Ikki bangin fyri at taka hond í, um hann kom niður á dekkið. Ein stórur maður í mínum eygum".
Eini 44 ár hevur hann verið í tænastu hjá P/f. J.F.Kjølbro. Meginpartin sum skipari. Hevur verið skipari á nógvum av teirra trolarum. Var stjóri á ?Kósaskip" hjá P/f. J.F.Kjølbro.
Ein av álitismonnunum hjá Kjølbro segði fyri mær, at Benni var sera góður at samarbeiða við. Bæði táið farast skuldi og tá landað varð. Hann goymdi einki undir ermuni, sum ikki toldi dagsins ljós.
Umframt mangt annað, Benni hevur fingist við, hevur hann eisini verið í tænastu hjá Olaf Nielsen, reiðara. Verið skipari á trolarunum " Saida" sum var "Nónhamar" og "Naumov" sum var "Skálaberg" við russiskari og føroyskari manning. Vit høvdu eitt sera gott samarbeiði í fýra ár, sigur Olaf.
Benni kom væl útav tí við russararnar og hevur vinir millum teirra, og onkur teirra hevur verið á vitjan. Hann lærdi onkran av teimum at syngja føroyskar sálmar.
Tá Olaf segði russarnum frá, hvør bleiv skipari og aldurin á honum, hildu teir hann vera púra øran at senda ein "olding" yvir til teirra sum skipara. - - Eg bað teir bíða eftir úrslitinum, og teir vóru ikki sviknir, sigur Olaf.
Andaligu støðu Bennasa er øllum kunnugt, og tað sum nakað serligt, tá á døgum. Hann var bert 9 ár tá hann fór til ein av teimum elstu í Betesda og ynksti at verða doyptur. Hetta var óvanligt tá á døgum at so ung vóru doypt. Aftaná skilagott at hava greitt sína støðu sambært skriftina fyri teimum, var eingin ivi hjá teim elstu, Benni skuldi verða doyptur.
Hann hevur ikki verið maður við mongum orðum á pallinum, har hann sjáldan hevur staðið. Men skilagott, við fáum orðum, hevur hann vitnað og havt eina áminning til samkomuna.
Umborð á skipunum hevur eingin ivi stungið seg upp um, hvør andaliga støða hansara er. Hann hevur eisini lagað tað so, at møtir hava verið hildin umborð
Benni og Hansa! Hjartaliga til lukku, og havið ein góðan dag saman við familjuni, samverkafólki og vinum.